Meginfelag Búnaðarmanna og Klaksvíkar Timburhandil hava gjørt avtalu um, at tað framyvir verður Klaksvíkar Timburhandil, sum fer at taka sær av fóðursøluni hjá MBM í Norðoyggjum.
Klaksvíkar Timburhandil fer at liggja inni við øllum sløgunum av fóðri, sum MBM selir, og harvið halda partarnir, at tænastan til norðoyingar verður betri.
Prísurin fyri fóðri verður tann sami, sum tá keypt hevur verið beinleiðis frá MBM, og harafturat sleppa norðoyingar undan at gjalda fyri frakt.
Klaksvíkar Timburhandil skal umsita søluna og flutningin av fóðri í Norðoyggjum