Seldu myndir av naknum fólki

Amerikanski myndamaðurin Spencer Tunick er kendur fyri myndirnar, sum hann tekur av naknum fólki kring allan heimin. Seinasta summar var hann í Newcastle í Onglandi, har umleið 1700 fólk lótui seg úr hvørjum klodda, so hann kundi taka myndir av teimum.

Nú vísir tað seg, at tað var ikki bara Spencer Tunick, sum tók myndir av teimum naknu Newcastle-búgvunum. Sambært Reuter høvdu nakrir løgreglumenn valt at taka myndatólið við sær, og stutt eftir kundu fólk í Newcastle keypa nærmyndir av naknum fólki á vertshúsum og aðrastaðni í býnum.

Illgruni er um, at tað vóru løgreglumenninir, sum tóku myndirnar, og at teir eisini royndu at selja tær. Løgreglan í Northumbria váttaði í gjár, at tveir løgreglumenn hava fingið boð um, at teir skulu ikki koma til arbeiðis fyribils, meðan málið verður kannað. Næstovastin hjá løgregluni, David Warcup, sigur við Reuter, at eru løgreglumenninir sekir, er málið sera álvarssamt, tí tílíkur atburður verður als ikki góðkendur, sigur hann.