Seldu Mikines fyri 325.000

Málningar hjá Mikines vórðu seldir á uppboðssølu í vikuni

Týsdagin vóru fýra málningar hjá føroyska listamanninum Sámal Joensen-Mikines seldir á uppboðssølu hjá uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen í Danmark. 

Allir fýra málningarnir vóru av grindadrápi, og teir vóru málaðir millum 1942 og 1958.

Tann dýrasti málningurin fór fyri 130.000 krónur. Tað var ein stórur oljumálningur við mátinum 111x151 sentimetrar. Málningurin sæst á myndini omanfyri.

Hinir tríggir málningarnir fóru fyri 75.000, 65.000 og 55.000 krónur.

Samanlagt vóru málningarnir seldir fyri 325.000. Upplýst verður ikki, hvør seldi málningarnar, ella hvør keypti teir. 

Málningar hjá Mikines verða javnan seldir á uppboðssølu í Danmark.