Seldu 415 atgongumerki til djóradag

Djóradagurin, sum ungmannafelagið Sólarris í Húsavík skipaði fyri í gjár, eydnaðist stak væl.

Djóradagurin, sum ungmannafelagið Sólarris í Húsavík skipaði fyri í gjár, eydnaðist stak væl. Tey, sum standa aftan fyri tiltakið, sum nú hevur nøkur ár á baki, siga, at 415 atgongumerki vórðu seld til dagin.

 

- Hetta er størsta undirtøka, sum djóradagurin í Húsavík nakrantíð hevur fingið, og vit eru stak væl nøgd við dagin, sum er ein rættiligur familjudagur.

 

Í Húsavík vóru ymisk kríatúr, lomb, gæs við ungum, dunnur, kaninir og ein hálands okso at síggja, og her vóru fiskar, krabbadjór, krossfiskar og ymiskt annað úr sjónum at síggja.

 

Inni í ungmannafelagshúsinum Sólarris var matsøla, bommtombola, og uttan fyri seldu tey ymiskt gott av grillini. Familjur og børn, hugnaðu sær óført í Húsavík í gjár.

 

Saman við djóradegnum, var eisini ein rímiliga stór framsýning av nýggjari og gomlum landbúnaðarmaskinum.