Fiskamarknaður Føroyar var aftur í gjár karmur um uppboðssølu av veiðirættindum, har 3.500 tons av makrelkvotu og 2.000 tons av sildakvotu vóru til sølu.
Miðalprísurin fyri makrelkvotuna var 3,82 kr/kg, meðan miðalprísurin fyri sildakvotuna var 3,58 kr/kg. Fimm feløg bjóðaðu upp á makrelin, harav trý teirra vunnu boð, meðan fýra feløg bjóðaðu upp á norðhavssild, harav tvey feløg vunnu boð.
Norðingur keypti 1.400 tons av makrelkvotuni og 1.680 tons av norðhavssildkvotuni, Fram keypti 1.325 tons av makrelkvotuni, Christian í Grótinum keypti 775 tons av makrelkvotuni og Tummas T keypti 320 tons av norðhavssildkvotuni.
Fiskamarknaðurin upplýsir, at samlaða keypsupphæddin var 20.554.350 kr, 13.386.750 krónur fyri makrelin og 7.167.000 krónur fyri sildina.









