Seldi annað nýrað fyri tvær fartelefonir

Ein skurðlækni og fýra onnur fólk komu í dag fyri rættin í Kina, tí tey hava tikið annað nýrað úr einum ungum manni, sum keypti sær tvær fartelefonir fyri pengarnar.

Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at tann 18 ára gamli Wang Shakun hevur verið álvarsliga sjúkur síðani skurðviðgerðina, og at hann hevur reist endurgjaldskrav ímóti læknanum og hinum fýra.

Sambært fjølmiðlunum fekk Wang Shakun 22 yuan fyri nýrað, sum læknin síðani seldi á tí svarta marknaðinum fyri 150.000 yuan. Revsingin fyri at selja mannagøgn í Kina er millum trý og tíggju ára fongsul.