Seldi 100.000 ferðaseðlar ein dag

Á skrivstovuni hjá norska flogfelagnum Norwegian er hýrurin góður, tí meðan fjølmiðlar tosa og skriva um fíggjarkreppu, hevur felagið selt so nógvar ferðaseðlar sum ongantíð fyrr. Norwegian hevur heilt einfalt fingið eina flúgvandi byrjan upp á 2009, og ein einstakan dag seldi felagið meiri enn 100.000 ferðaseðlar, skrivar NTB. Leiðslan sigur, at felagið hevur ongantíð fingið eina so góða ársbyrjan, síðani tað bleiv stovnað fyri seks árum síðani.