Sel ikki skinnið, áðrenn bjørnin er skotin

Ein skal ongantíð siga ella skriva ov nógv í ítrótti, tað kann fáa keðiligar avleiðingar

Liverpool vann nógv í 1970-unum og í 1980-unum. Tað var langt ímillum, at teir settu ein fót skeivt í bæði landskappingini, og øðrum kappingum við. Í 1988 vunnu teir ensku kappingina fyri 17. ferð. Teir vóru í steypafinaluni, og høvdu ein risamøguleika til at vinna “The Double”, sum Greipan verður nevnd í fótbólts-upprunalandinum. Liverpool møtti Wimbledon í finaluni, og ikki ein fótbóltsserfrøðingur, ella ein veddingarfyritøka var í iva. Liverpool fór avstað við FA-Cup steypinum. Liverpool hevði eisini nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á “The Crazy Gang”, sum Wimbledon vóru nevndir. M.a. brendi John Aldridge eitt brotsspark, sum Wimbledon-málverjin Dave Beasent bjargaði. Lawrie Sanchez skoraði til 1-0 til Wimbledon, og á undrunnarsaman hátt gjørdist tað endaliga úrslitið av steypafinaluni. Og teir ovurfegnu Wimbledon-leikarnir fóru upp til tað tá bert 27 ára gomlu Dianu prinsessu fyri at fáa steypið handað. Sum sæst á skjótt 20 ára gomlu myndini frá steypafinaluni á Wembley, so vóru onkrir av Liverpool-fjepparunum eisini fullvísir í, at talan var um ein avgreiðsluspurning. “Liverpool er klassi. Wimbledon eru vanligir” sigur teksturin, men hendan dagin hendi tað óvanliga. Í ítrótti skal ein ansa sær, ikki at siga – ella skriva – ov nógv. Spyr bara onkran á Strondum!