Eitt samt nevningating fann klokkan 17 ein 37 ára gamlan mann í Miðvági sekan í drápsroynd ímóti løgreglumanni. Hendingin fór fram í Miðvági í 2019. Tá løgreglan vildi hava fatur á einum manni í einum húsi, fór hann at skjóta eftir løgregluni. Tað endaði við, at løgreglan skeyt mannin, sum fekk álvarsligan skaða.
Í morgin verður aftur rættarfundur, og tá verður revsingin ásett. Sambært revsikarminum kann hann fáa millum fimm ára og lívlanga fongsulsrevsing.