Seksti ár á hestabaki

Føroya Ríðingafelag er vorðið sekskti ára gamalt, og støðan í felagnum hevur ongantíð verið betri. Næsta málið er at fáa eina nýggja høll upp í Havnardali

FØÐINGARDAGUR

Kaffi og ísur var á borðinum í Havnardali týsdagin. Børnini í útibarnagarðinum høvdu jóladagar. Orsøkin var, at elsta felagið av sínum slag í Føroyum, Føroya Ríðingafelag, helt seksti ára føðingardag.
Felagið lænir húsið til Tórshavnar kommunu til útibarnagarð, og tað er valla nakar, ið er so glaður fyri hestar, sum børnini í útibarnagarðinum.
Tað eru nevniliga seksti ár liðin síðani Aksel Hansen Hanen, J. P. av Reyni og Leivur Trónd Hansen tóku stig til at stovna eitt ríðingafelag. Ikki bert fyri ríðufólk í Havn, men í øllum Føroyum.
? Tað hevur altíð verið riðið nógv mest í Havn, men felagið hevur limir úr øllum Føroyum, sigur Hans Vilhelm Lützen, formaður fyri Føroya Ríðingafelag.
Í dag hevur felagið 385 limir. Rossini eru eisini mong í tali; bara í Havn eru hálvtannaðhundrað.
Áhugin stendur við og veksur, metir formaðurin.
? Áhugin millum limirnar er eins stórur og altíð. Eisini merkja vit áhuga millum ung at ogna sær ross, men tað er ikki altíð, at tey hava umstøðurnar, sigur Hans Vilhelm Lützen.
Tað er heldur ikki bara sum at siga tað, at hava ross. Tey skulu passast.
?Tað er akkurát sum við børnum ? tey skulu passast allatíðina og fáa at eta, sigur Hans Vilhelm Lützen skemtandi.
Í Havnardali hava tey felagsfjós, og hetta hjálpir væl, sigur Hans Vilhelm. Á henda hátt fáa tey hjálpt hvørjum øðrum við rossunum, t.e. at geva teimum at eta, halda fjósið í standi osfr.
Hans Vilhelm sigur seg rokna við, at eitt ross kostar einar tíggjutúsund krónur í fóðuri um árið.

Sjálvboðið
Tað ber illa til at siga annað enn at samanhaldið í felagnum er gott. Limirnir standa saman um uppgávurnar. Eitt nú húsið hjá teimum í Havnardali er smíðað við sjálvbodnari arbeiðsmegi frá limunum, og hetta ger, at húsið kundi smíðast fyri eina lutfalsliga lítla upphædd.
?Samanhaldið í felagnum er øgiliga gott. Hvønn dag eru fólk úti í Havnardali, og limirnir plaga at standa saman um ymisk arbeiði, sum skulu gerast, sigur Hans Vilhelm Lützen.
Felagið skipar fyri kappríðingum og ymsum túrum, sum eru fæstir tættir.
Næsti stóra ætlanin hjá felagnum er at gera ein ríðihøll í Havnardali. Hendan skal eisini fáast upp við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Høllina hevur felagið fingið ókeypis frá formanninum, og hon er klár at seta upp. Væntandi verður farið í holt við hetta arbeiðið einaferð í næstum. Høllin verður 27x60 metrar til støddar, og ætlanin er nýta høllina til ymsar venjingar og kappingar.
Føðingardagurin verður eisini hildin við einari stórfingnari veitslu fyri limum og øðrum innbodnum næsta vikuskiftið.