Sekstan íbúðir til tey vitjandi í Mykinesi

Gongst sum Regin Joensen og onnur ætla, fáa ferðafólk ein nýggjan møguleika at gista í Mykinesi í framtíðini. – Vit ynskja at bjóða fólki eina virkna og vistfrøðiliga frítíð í grønum umhvørvi, sigur Regin Joensen, sum sjálvur hevur ættarbond haðani

Mykines: - Hetta er ein gomul ætlan, sum vit nú ynskja skal gerast veruleiki, sigur Regin Joensen við Sosialin.

Saman við Katrin og Agnari Joensen hevur hann í hyggju at byggja fýra smáar lonir í Mykinesi. Endamálið er bjóða teim ferðandi ein góðan møguleika fyri gisting.

Tey hava funnið eitt hóskiligt stað til eitt slíkt endamál ovarlaga í bygdini, á einum staði tey nevna Kongsmørkin. Metti kostnaðurin fyri verkætlanina er umleið 7 mió krónur.

Ætlanin er at hava fýra eins íbúðir í hvørjari lon og við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka. Byrjast skal við teirri fyrstu lonini og síðani byggja hinar sohvørt.

Tá hesar íbúðirnar eru vorðnar til veruleika, verður miðað eftir at knýta tær aftrat virkseminum sum í mong ár hevur verið í Kristianshús. Henda matstovan verður av útlendingum kosin besta matstovan í Mykinesi!

- Vit meina, at tørvur er á slíkum umstøðum til tey ferðandi. Og hvør veit – verður rætta atborið, kann tørvurin gerast munandi størri í framtíðini, slær Regin Joensen fast.


Bygdin kann vaksa

Mykines er ein av teimum oyggjunum sum flest ferðafólk vilja síggja, tá tey vitja land okkara.

Til tess at koma higar eru bert tvinnandi møguleikar: Sjóvegis við báti úr Sørvági ella loftvegis við tyrluni hjá Atlantsflogi.

Trupulleikin hevur hinvegin verið, at oyggin hevur ikki havt so nógv at bjóða øllum hesum mongu ferðafólkunum:

Eingin handil er í oynni, men tey hava kortini kunnað fingið sær ein bita í matstovuni ella hava kunnað gist í Kristianshúsi, sum er uppkallað eftir abba Regin.

Nú ætla so Regin og onnur at bróta upp úr nýggjum og veruliga geva vitjandi føroyingum og útlendingum ein møguleika at steðga á í oynni í fleiri dagar undir góðum umstøðum.

Tey ynskja nú at marknaðarføra Mykines sum eina oyggj, ið er verd at vitja. Teirra partur verður so at geva teim vitjandi góðar umstøður til gisting.

- Við at byggja smáar lonir síggja vit fyri okkum, at bygdin kann vaksa á ein natúrligan hátt, slær Regin fast.


Nýtt og gamalt

Fyri Regin er púra greitt, at tá ein fer undir eina slíka verkætlan, so skal dygdin vera í hásæti.

Hetta sama ger seg galdandi, tá føroyingar velja líknandi loysnir í øðrum londum: Ein bíleggur sær eini summarhús ella eina íbúð, og veit hvat ein fær, tá ein kemur til staðið.

Í Mykinesi hava fólk kunnað leigað sær eini hús at búgva í, meðan tey halda frítíð í hesi vestastu oyggj okkara. Men Regin og tey ynskja at víðka hetta tilboðið eitt sindur meiri.

Ætlanin er nevniliga at byggja hesar íbúðirnar sum eini gomul hús, men har alt kortini er gjørt í nútíðarstíli.

- Vit ivast onga løtu í, at fólk eru hugað fyri hesum møguleikanum, sigur Regin, sum vónar at sleppa skjótt í gongd við ætlan sína.


Menna ferðavinnuna

Eftir at hava fyrireikað alt hetta, sendi hann, saman við Katrin og Agnari Joensen eina umsókn til bygdaráðið í Sørvági í mai mánaði í 2006.

Hann bíðaði spentur eftir at frætta aftur frá kommununi, sum Mykines er partur av. Tað skuldu ganga nærum hálvtannað ár til noktandi svarið kom.

Sagt varð í svarinum, at ongar ásetingar vóru fyri summarhúsøki og at bygdaráðið tí ikki kundi geva nakað byggiloyvi. Men síðani er vegleiðandi skriv til byggisamtyktir og øki til frítíðarhús komið úr Løgmálaráðnum.

Regin gjørdi tí ikki mætari enn at senda eina nýggja umsókn í farnu viku til kommununa við somu ørindum – frítíðaríbúðir til vinnuligt virksemi.

- Vit hava brúka hesa tíðina til meiri ráðgeving um eina framtíðar ferðavinnu, og vóna at bygdaráðið hesaferð fer at geva málinum eina positiva viðgerð, sigur Regin Joensen.