Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Seksisman í Løgtinginum til viðgerðar í morgin

Klokkan 9 í morginári fer formansskapurin í Løgtinginum at viðgera kæruna frá »løgtingsmonnunum« Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm um seksistiskan málburð í Løgtinginum

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Tað eru tvey mál á skránni til fundin hjá formansskapinum í Løgtinginum í morgin. Tað fyrra er at góðkenna grannskoðanarfrágreiðing 2020 og tað seinna er kæra frá tingmonnum til Formansskapin.

Á løgtingsmáli eitur tað tingMENN, hóast talan er um tingkvinnur.

Tað stendur ikki, hvat kæran snýr seg um, men tað er fleiri ferðir komið alment fram frá teimum báðum løgtingskvinnunum, at tað snýr seg um, at tað í Løgtinginum sum heild verður loyvdur ein seksistiksur málburður, har kvinnur verða háðaðar vegna kynið. Tað vilja ungu tingkvinnurnar ikki góðtaka.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur sagt, at hann heldur vildi, at málið varð loyst innanhýsis í Løgtinginum heldur enn at tað kom alment fram. Men hesum eru tær báðar tingkvinnurnar als ikki samdar í. Tær halda avgjørt, at slíkt eigur at koma fram alment, tí at Løgtingið eigur at vera arbeiðspláss, sum gongur undan í javnstøðuspurningum.

Í morgin frætta vit helst nærri um, hvat formansskapurin heldur um hetta málið.

 

Í formansskapinum hjá Løgtinginum er javnstøða, tí har eru tveir menn og tvær kvinnur: Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Eyðgunn Samuelsen, 1. næstforkvinna, Johan Dahl, 2. næstformaður og  Bjørt Samuelsen, 3. næstforkvinna. Kanska javnstøðan í formansskapinum fer at síggjast aftur í viðgerðini av kæruni um seksismu í Løgtinginum.

 

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin