Seks úr VÍF á landsliðnum

Vestmenningar eru best umboðaðir, tá U20-landsliðnum í manshondbólti skal spæla EM-undankapping

Kári Nielsen, landsliðsvenjari, hevur tikið út 18 spælarar, nú seinastu fyrireikingarnar til komandi EM-undankappingina fyri U20-landslið eru á skránni. Undan fráferðini verður hópurin tó skorin niður til 16 mans.

 

U20-landsliðið skal til Ísraels, har tríggir EM-undankappingardystir skulu spælast móti Rumenia, Luksemburg og Ísrael. Dystirnir verða spældir í døgunum 4. til 6. apríl.

 

Føroyar eru eisini bodnar við til IHF Trophy, sum er kapping fyri smærri hondbóltstjóðir. Kappingin verður í Andorra 21. – 25. mai. Hetta er kappingin, sum áður hevur verið nevnd Challenge Trophy. Talan er nú um heimsumfatandi kapping, har lið frá ymisku heimspørtunum fyrst kappast í undankapping í sínum egna heimsparti. Kappingin endar við einum heimsfinaluumfari í heyst. Kappingin í ár er fyri leikarar føddir í 1994 og yngri. Hetta er sostatt sami aldurbólkur sum myndar liðið, sum skal leika EM-undandystirnar í Ísrael.

 

Londini, sum kappast í innleiðandi umfarinum í Evropa í ár eru: Føroyar, Andorra, Georgia, Stóra Bretland, Írland, Moldova, Azerbajan og Albania. Liðini koma at leika í tveimum bólkum, og eftirfylgjandi verða hálvfinalur og finala.

 

Hópurin, sum Kári Nielsen hevur tikið út, er hesin: Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Hanus Christophersen, Áki Egilsnes, John R. Nielsen og Julian Olsen úr VÍF. Kjartan Johansen og Allan Norðberg úr StÍF. Rói Berg Hansen og John í Innistovu úr Neistanum. Tóraldur Kollsker, Tróndur Arge, Jónas Djurhuus og Hilmar Jakobsen úr H71. Helgi Hoydal, Eirikur Simonsen og Pætur Johansen úr Viborg og Rasmus Gullfoss úr Tåstrup.