Týsdagin 12. mai 2015 skipaði Bústaðir fyri móttøku fyri innbodnum við nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava lata byggja við Heygavegin og Kráargøtu í samstarvi við Almannamálaráðið, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu.
Talan er um átta íbúðir, bygdar til fólk við serligum avbjóðingum.
Væl av fólki møttu til hesa móttøku, sum Steinbjørn O. Jacobsen vegna Bústaðir skipaði fyri, har Annika Olsen, landsstýriskvinna, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Andras Róin, stjóri í Bústøðum og Elinida Hansen, umboð fyri foreldur at búfólkum, hildu røður. Eisini sungu Karl Martin Samuelsen og Hans Andrias Jacobsen.
Ætlanin var at halda móttøkuna uttandura, men vegna veður varð hon flutt inn í hugnaliga bygningin, sum stendur á sama grundstykki, sum nýggju íbúðirnar, og sum vanliga verður nevnt “Fjósið hjá Kjølbro”.
Annika Olsen segði í røðu síni, at tað eru 14-15 ár síðani, at foreldrabólkurin byrjaði at arbeiða fyri at útvega nøktandi bústaðir til fólk við menningartarni, men fleiri snávingarsteinar hava verið á leiðini. Hon fegnast tí um, at nú endiliga er komið á mál við hesi bygging.
- Henda byggingin byggir á tankan um inklusión, at bústaðir verða bygdir í bygdum øki. Aðalmálið í bústaðarpolitikkinum er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Bústaðir skulu byggjast til endamálið og bústaðarpolitikkurin stuðlar undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið, segði Annika Olsen millum annað.
Í røðu síni kallaði borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, íbúðirnar fyri eitt stórt frambrot fyri tey, ið hava brúk fyri hesum tilboðnum, eitt gott og virðiligt tilboð at veita borgarum við serligum avbjóðingum.
- Sum kommuna settu vit okkum fyri at fjøltátta bústaðamøguleikarnar í býnum. Við hesum nýggju íbúðunum, eru vit komin eitt stig á leiðini. Klaksvíkar kommuna hevur brúkt nógva orku til hesa verkætlan. Vit hava keypt og viðvirkað til eina loysn á lendinum undir íbúðunum, og vit eru fegin um, at verkætlanin í dag er blivin veruleiki, segði Jógvan Skorheim millum annað.
Tað eru Bústaðir, ið hava staðið fyri verkætlanini, sum er eitt samstarv millum Klaksvíkar kommunu, Bústaðir og Almannaverkið.
- Eg fari at takka tykkum øllum fyri eitt gott arbeiði at gera hesar íbúðir til fólk við menningartarni, og eg vóni, at tær verða til stórt gagn hjá tykkum, sum veruliga hava brúk fyri hesum, segði borgarstjórin at enda.