Seks trolarar fiska tosk á Flemish Kap

Seks trolarar eru í løtuni á Flemish Kap. Tríggir frysta, og tríggir eru á ísfiski.

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er heldur betri nú.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt partrolarapar er á Flemish Kap og fiskar tosk. Fiskurin verður ísaður umborð, men skipini koma neyvan heim at landa í vikuni sum kemur. 

 

- Fýra djúpvatnstrolarar eru eisini á Flemish Kap og fiska tosk. Tríggir frysta fiskin umborð, meðan fjórði trolarin ísar.

 

Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa undir Føroyum og koma helst inn at landa fyrst í vikuni sum kemur - og ein djúpvatnstrolari fiskar djúpvatnsfisk og landar niðri.

 

- Magnus Heinason ger ymiskar kanningar og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju 

 

Allir teir smáu trolbátarnir eru inni, men fara út aftur, tá veðrið batnar. 

 

- Fiskiskapurin hjá garnaskipum á svartkalvaveiði er smáligur, verður lagt aftrat.