Seks tímar av MP3 tónleiki í bilinum

???

Alnet fyritøkan Internet 2 Go er fyrst við einum MP3 spælara til bilar, ið nevnist Ergo Player. Hesin hevur eitt nýtt slag av harddiskli, ið nevnist Microdrive. Á hesum rúmast 340 Mb, sum gevur umleið 6 tímar av tónleiki í MP3 formati. Tað er IBM ið framleiðir Microdrive, sum er til støddar sum ein 10-króna. Hann verður eisini nýttur til eitt nú farteldur.

  Við Microdrive hevur Ergo Player lagt alla aðra MP3 tøkni aftur um seg við fleiri bátslongdum. Vanligu MP3 spælarnir, við 16-32 Mb minnið, rúma bert heilt fáar MP3 sangir í senn.

  Harafturat verður upplýst, at tá Internet 2 Go kemur við nýggja MP3 spælarnum, verður tað gjørligt at installera tveir Micordrive í bilin, og harvið kunna spæla tónleik í 12 tímar uttan íhald.