Seks smittutilburðir í Ilulissat

- Tað er umráðandi, at orkan í heilsuverkinum verður brúkt til at kanna røttu fólkini, sigur grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen.

 

 

 

Í gjár - sunnudagin - vórðu seks tilburðir við covid-19 staðfestir í Ilulissat í Grønlandi, sum eisini verður rópt Jakobshavn. Allir tilburðirnir eru fólk, sum eru komin úr útlandinum og sum eru vorðin staðfest positiv við endurkanning á fimta degi eftir heimkomu.

Sermitsiaq skrivar frá grønlendsku korona-tilbúgvingini, at øll, sum nú eru staðfest smittað í Ilulissat, hava yvirhildið sítt sóttarhald, og tí er eisini avmarkaður vandi fyri smittuspjaðing í samband við nevndu tilburðir. Tey smittaðu komu øll úr Danmark 15. og 16. desember.

Grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, sigur við Sermitsiaq, at smittutilburðirnir eru ikki óvæntaðir. - Eg eri ikki serliga ovfarin. Vit vistu jú, at vit fóru at fáa eitt økt smittutrýst um jólini úr Danmark. Hinvegin høvdu vit ikki væntað, at smitta fór at koma við trimum bólkum samstundis, leggur landslæknin aftrat.

Henrik L. Hansen heitir á fólk í Ilulissat um at taka tað róligt, til myndugleikarnir hava eina greiðari mynd av støðuni. Í fleiri umførum hevur í seinastuni verið róð upp undir, at fólk eru vorðin smittað, og so kortini hevur hetta ikki verið rætt.

Landslæknin mælir tí fólk til at leita sær kunning hjá myndugleikunum heldur enn at bera sleyg, sum ikki hevur hald í veruleikanum, út millum fólk í sosialu miðlunum. Samstundis heitir hann á fólk í Ilulissat um at avmarka sambandið við onnur, til endalig greiða er fingin á smittu-viðurskiftunum.

- Vit heita eisini á fólk í Ilulissat, sum hava sjúkutekin, um at seta seg í samband við heilsuverkið í býnum um telefonina. Fólk, sum eingi tekin hava og sum ikki eru biðin at lata seg kanna, skulu ikki kannast fyri covid-19.

Henrik L. Hansen sigur, at tað er umráðandi, at orkan í heilsuverkinum verður brúkt til at kanna røttu fólkini. - Skulu onnur fólk kannast, fáa fólk boð um hetta frá myndugleikunum, leggur landslæknin aftrat.

Grønland hevur higartil havt 25 smittutilburðir, harav 19 eru vorðin frísk aftur. Í løtuni eru seks sjúk, og hesi seks eru øll í Ilulissat. Eingin er innlagdur, og eingin er deyður. Tilsamans eru 14761 fólk í Grønlandi kannað fyri covid-19.