Seks ær skotnar

Hósmorgunin fekk ein maður á Tvøroyri ein ordans hvøkk, tá ið hann fór at geva seyðinum hjá sær. Tá ið maðurin kom á staðið, møtti honum ein óhugnalig sjón. Seks ær lógu skotnar í bønum.

Í fyrstu atløgu kundi ikki staðfestast, at seyðurin var skotin, men eftir ein seyður var sendur til djóralækna í Havn til kanningar, bleiv staðfest við vissu, at seyðurin er skotin.

Eingin undir illgruna
Sommer Joensen, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at løgreglan hevur funnið fleiri hylki frá riflupatrónum á staðnum, men at løgreglan annars stendur á berum í málinum.
 Tað er eingin, sum hevur sæð nakað, og tí standa vit ógvuliga illa í tí. Vit hava í løtuni ongan undir illgruna, men vit vóna, at tað er onkur, sum veit okkurt og boðar okkum frá. Slíkt sum hetta er fullkomiliga sjúkligt, heldur Sommer Joensen.
Sýslumaðurin greiðir frá, at seyðurin er skotin í tíðarskeiðinum frá klokkan sjey mikukvøldið til klokkan tíggju hósmorgunin.
 Tann eini eigarin var og gav seyðinum klokkan sjey mikukvøldið, og tá ið hann klokkan tíggju hósmorgunin aftur fór at geva seyðinum, sá hann ræðuligu sjónina, so tað er í hesum tíðarskeiði, at onkur hevur gjørt av við seyðin, greiðir Sommer Joensen frá.