Leingi er tað, ið væl skal verða.
Hetta orðatakið má sigast at passa væl til sonevndu Múrnevndina, sum skuldi lata álit til mentamálaráðharran um, hvussu Kirkjubømúrurin kann varðveitast.
Nevndin varð sett á sumri 2001, og ikki fyrr enn í gjár var hon liðug við sítt arbeiði og kundi handa Helenu Dam á Neystabø, mentamálaráðharra, sítt álit.
Í nevndini hava sitið Petur Zachariassen, lektari, formaður, Símun V. Arge, savnvørður, næstformaður, Andras Mortensen, landsantikvarur, Kirstin Eliasen, fornfrøðingur og Jóannes Patursson, kongsbóndi.
Nevndin hevði ein greiðan arbeiðssetning at arbeiða eftir, og hann var soljóðandi:
1. Søguligan inngang
2. Mentanarsøguliga týdning Múrsins, har altjóða antikvarisk høvuðssjónarmið fyrr og nú eru lýst
3. Mentanarsøguliga týdning Múrsins í sambandi við byggisøgu í øðrum londum, sum til dømis Noregi
4. Lýsing av treytunum fyri, at Múrurin kann verða skrásettur á World Heritage listanum
5. Neyva lýsing av varðveitingartiltøkum at tryggja Múrin móti vindi, regni o.s.fr.
6. Neyva lýsing av arbeiðsgongdini. Í hesum sambandi trygging av múrkrúnuni, skulpturi og øðrum, sum neyðugt er at geva serligan ans undir varðveitingararbeiðinum
7. Lýsing og tilráðing í sambandi við framhaldandi varðveiting av Múrinum
8. Tilráðing og fyrireiking av arkitektakapping, sum í minsta lagi skal fevna um Norðurlond
9. Uppskot, við støði í omanfyri standandi, til landsstýrismannin um endaliga loysn av verju-, tryggingar- og varðveitingarspurninginum í sambandi við Kirkjubømúrin
Tilráðingin
Í síni tilráðing sigur arbeiðsbólkurin soleiðis:
Í stuttum verður mælt til, at greiðir karmar verða fingnir til vega kring verndararbeiðið í sambandi við fornminnini í Kirkjubø, og
A. at verndararbeikðið framhaldandi fer fram eftir altjóða leiðreglum, og at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, t. e. eisini arðar leivdir av biskupssetrinum, verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur
B. at varðveitingar- og verndararbeiðið í sambandi við Kirkjubømúrin verður skipað sum ein verkætlan, sum hevur til endamáls at tryggja støðugt viðlíkahald av múrverkinum uttan at inniloka Múrin
C. at varðveitingar- og verndartiltøk verða kjølfest í kommunalari byggisamtykt fyri bygdina í Kirkjubø, og at norðurlendsk arkitektakapping verður fyriskipað fyri fornminnaumhvørvið í Kirkjubø sum heild
Hetta er í høvuðsheitinum tað, sum nevndin mælir til, tó at nærri útgreiningar sjálvandi fylgja við.
Eisini hevur nevndin sett upp eina tíðar- og kostnaðarætlan fyri varðveitingina av Múrinum.
Seks ár
Tilmælið greinar ítøkiliga út nær og hvussu leingi ymsu arbeiðini í sambandi við varðveitingina av Múrinum skulu vara. Sambært tíðarætlanini skal arbeiðið byrja nú og halda fram til 2014, tá alt skal verða liðugt.
Tað merkir við øðrum orðum, at Kirkjubømúrurin skal verða liðugt umvældur til framtíðar varðveiting um seks ár.
Eisini eru ymsu – og rættiliga mongu – postarnir kostnaðarmettir. Flestu pengarnir fara til verkætlanarumsitingina, smáar 4,5 milliónir krónur, meðan umvælingin av sjálvum Múrinum eftir meting fer at kosta 2,8 milliónir.
Tilsamans verður mett, at samlaða arbeiðið fer at kosta 10.947 milliónir krónur, og tað má sigast ikki at vera eitt ræðandi tal fordeilt yvir seks ár.
Annars ber til at síggja tilmælið inni á heimasíðuni hjá Føroya Fornminnafelag.