Rækjuvinnan
Hesar dagarnar eru ikki færri enn seks rækutrolarar a veg heim av Flemish Cap.
við fullari last.
Tað er neyvan hent áður, at so nógvir rækjutrolarar eru á veg heim ísenn við fullari last.
Og sum gongdin er við rækjuprísinum, eru tað mong í rækjuvinnuni sum ivast í, um tað nakran tíð fer at henda aftur, sum sum støðan er nú, verða ikki nógvir rækjutrolarar eftir um eitt ár.
Høgifossur er komin heim við einum 600 tonsum og Hvilvtenni eisini vid umleið 600
tonsum.
Harafturat kemur Arctic Viking í dag við 450 tonsum og Kappin somuleiðis við einum 400 tonsum Hetta er fyrsti túrurin hjá Kappanum síðani Rækuvirkið keypti hann.
Í morgin kemur so Sjúrarberg við umleið 500 tonsum og mánadagin er Sólborg væntandi við umleið
430 tonsum.
Sostatt koma hesir bátarnir við umleið 3.000 tonsum av rækjum, sum skulu leggast upp í Føroyum og taðskuldi sæst aftur í Føroyum.
Størri parturin eru helst rækjur sum helst fara til Oyrar til pilkingar.
Lagnunnar speisemi
Tað má sigast at vera lagnunnar speisemi, at allir hesir trolararnir eru á veg heim, júst um sama mundi sum landsstýrið hevur gjørt av at bakka fyri Kanada og at stongulin í Kanadiskum havnum sostatt er við at verða tikin av.
Fyri hesi skipini verða tað helst 1?-2 mánaði áðrenn tey aftur skulu lossa, so tey hava so ikki tørv á at sleppa inn í Canada júst nú, ið landsstýrið hevur avgjørt at bakkað fyri Canada.
Keldur í rækjuvinnuni siga, at fiskiskapurin á Flemish Cap hevur verið heilt hampiligur í seinastuni og at veðrið hevur verið gott. Tó hevur lítið verið at fingið um næturnar.
Men prísirnir eru framvegis sera lágir.
? Og reypið í bløðunum í seinastuni av manningum á grønlenskum rækjuskipum um, at teir royna at seta veiðimet hvønn dag, bendir á, at teir framvegis halda, at teir kunnu framleiða seg burturúr trupuleikunum, heldur enn at minkað um fisksiapin fyri at fáa prísirnar upp, siga keldur í rækjvinnuni.
? Men hetta verður helst eins stokkutur hiti, tí samstundis sum øktu nøgdirnar trýsta prísin niður, økja tær samstundis um útreiðslurnar til landing, farmagjald , pakning o.s.fr.
? Føroysku rækjuskipini kunnu bert vóna, at bæði grønlendsku og canadisku reiðaríini fyrr ella seinni vakna og síggja veruleikan á marknaðinum í eyguni.
? Men um hetta hendir áðrenn ella aftaná at føroyski rækjuflotin er farin av knóranum, er tó ilt at siga.










