Undirtøkan til leikin hevur verið sera góð. Útivið 2.300 fólk hava sæð leikin higartil og bert tveir leikir hava áður megnað at savnað so nógvar áskoðarar. Tað vóru leikirnar Landastrokið, ið varð spældur í 1982 og Sildarok, ið var framførdur í 1989.
Atgongumerki til sýningarnar á Oyrabakka kunnu bíleggjast á telefon nr. 222068 og í Eydnuni, telefon nr. 422322, 1 tíma undan sýning.
Eftir framførslurnar á Oyrabakka verður farið til Suðuroyar, har spælt verður í Roynhøllini leygardagin 13. mai.









