Seks fráboðanir um neyðtøku á Roskilde Festival.
Færri luttakarar á Roskilde Festivalinum hava mist telefon, pengar og annað í mun til onnur ár.
Løgreglan kannar seks fráboðanir um neyðtøku. Annars hevur løgreglan skrásett nógv færri dømi um stuldur enn undanfarin ár.
»Ein róligur festivalur« eru orðini, sum løgreglan brúka í einum tíðindaskrivi í dag. Í 2016 vóru fimm fráboðanir um neyðtøku, sæst í hagtølum.
Og sjálvt um tað hava verið umleið 130 dømi um stuldur, er tað bíliga sloppið í mun til tey tvey undanfarnu árini, tá talið hevur ligið heilt uppi á 800.
Nakrir av tjóvunum eru tiknir av løgregluni. Í øllum førum hevur ein dómari varðhaldsfongslað fimm fumenar fyri stuldur av 34 fartelefonum, klæðum, einum gjaldskorti go tveium ferðakortum.
Hinvegin hevur løgreglan fleiri mál um euforiserandi evni.
Tilsamans eru 20 persónar handtikinir festivaldagar, og tað er færri enn áður.
Í ár hevur løgreglan verið til staðar á ein meira kontantan máta. Løgerglumenn við maskinbyrsum eru sæddir fleiri staðni á festivaløkinum.
Hetta er gjørt fyri at fyribyrgja harðligum álopum sum tað vit hava sæði í Londum, Stockholm, Berlin og øðrum støðum.
/ritzau/