Seks línuskip eru til fiskiskap

Fimm frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni, men væntandi loysa onkur skip aftrat um vikuskiftið.

 

Í dag vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at bert tað eina ísfiskalínuskipið er til fiskiskap, men væntandi loysa fleiri um vikuskiftið og fara á ísfiskaveiði. 

Men, meðan bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap, eru fimm frystilínuskip úti - eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og fimm fiska undir Føroyum.

Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini hampiligt. Tí verður roknað við, at onkur bátur loysir. - Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og toski, verður lagt aftrat.