Í kvøld fara seks solistar og tónleikabólkar at kappast í tónleikakappingini Sement, sum verður hildin á Reinasrínum í Havn.
Tvey innleiðandi umfør hava verið. Níggju bólkar vóru við í hesum báðum umfør, og av teimum komu seks í finaluna.
Tey, sum fara at kappast í Sement-finaluni í kvøld, eru: Ókendir, Jákup Eli, Ragnar Finsson, gówa, Ester Skála og Ása Helena Brynjarsdóttir.
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá finaluni í Sement í kvøld frá kl. 20.