Seks kandidatar eru útnevndir

Ein dómsnevnd hevur nú útnevnt seks kandidatar, ið kunnu gerast Ársins leiðarar 2018.

- Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst, hvør fer avstað við heiðrinum í 2018, verður avdúkað klokkan 15.45 á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 26. januar 2018.

 

Tað siga Synergi, sum skipa fyri Leiðaradegnum.

 

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørjir Ársins leiðarar 2018 verða, hevur nú funnið fram til tríggjar sterkar topp-kandidatar, ávikavist innan tað privata og innan tað almenna.

 

Í dómsnevndini 2018 sita Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.

 

Synergi vísir á, at kandiatarnir innan tað privata og tað almenna í bókstavarøð eru hesir:

 

Innan tað almenna: 
Hedvig Johansdóttir (Dugni), 
Páll Isholm (Miðnám á Kambsdali) og 
Poul Jákup Thomsen (Føroya Symfoniorkestur).

 

Innan tað privata: 
Árni Jakobsen (SMJ, 
Frimodt Rasmussen (Klaksvíkar Sleipistøð) og 
Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir (Guðrun & Guðrun).

 

Á Leiðaradegnum í ár verður fokus sett á, hvussu tú sum leiðari skalt pleyga títt egna umdømi og umdømi hjá tínum arbeiðsplássi.

 

- Haraftrat fara vit at viðgera, hvussu tú kanst bjarga tínum umdømi, um tú ert/ hevur verið rakt/-ur av einum shitstormi.

 

Synergi vísir á, at føroyingar duga eisini væl at senda shitstormar, og eitt nú á Facebook hava vit í seinastuni sæð eina røð av teimum.

 

- Men, hvat er ein shitstormur, hvussu uppstendur hann, hvat hevur hann at siga fyri botnlinjuna og effektivitetin á arbeiðsplássinum? Og hvussu kanst tú bjarga tí, ið bjargast kann, um tú ert ein av teimum, ið stormurin hevur rakt? 

 

Hetta eru spurningar, sum verða settir á Leiðaradegnum í ár.