Kappast bleiv leygardagin og sunnudagin. Føroysku umboðini hjá FÍF vóru Bjørk H.Olsen, Rebekka Fuglø, Rúni Seloy og Regin Joensen. Harumframt luttók Steingrímur Hallsson fyri Bragdið.
Tá kappingarnar endaðu sunnudagin høvdu føroyingarnir vunnið heili 6 gull og 3 bronsuheiðursmerkir, sett 11 bólkamet og 3 føroysk met. Stórmót ÍR fór fram leygardagin og fyrrapartin sunnudagin.
Seinnapartin sunnudagin bleiv kappast í Reykjavík International. Umstøðurnar at kappast í frælsum ítrótti innandura í Laugardalshøllini eru framúr góðar, verður sagt úr føroyska ferðalagnum, og tað er ikki sørt, at tey øvunda íslendingum hesar umstøður.
Rúni Seloy vann ikki færri enn fýra gullmerki, meðan Rebekka Fuglø og Bjørk Herup Olsen vunnu hvør sína kapping.










