Eitt av teimum størru ísfiskalínuskipunum er til fiskiskap í løtuni, og onnur trý smærri eru eisini úti.
- Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men tey hava smáligan fiskiskap í løtuni.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, nú tey hava gjørt sínar metingar um tilfeingið í næstu viku.
Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini seks frystilínuskip til fiskiskap í Eysturgrønlandi, og eitt er undir Føroyum.
- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðrið verður helst brúkiligt.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nakað verður av útróðri í næstu viku.











