Seks fruktir til veturin

Nú veturin nærkast og myrkrið tekur yvir, er týdningarmiklari enn nakrantíð at fáa nokk av vitaminum gjøgnum kostarhaldið

Nú veturin nærkast og myrkrið tekur yvir, er týdningarmiklari enn nakrantíð at fáa nokk av vitaminum gjøgnum kostarhaldið. Serliga er týdningarmikið at fáa nokk av C-vitaminum fyri at styrkja órinsverjuna og halda forkølilsi, bruna, hosta og øðrum plágum og sjúkum burtur.

 

Her eru seks fruktir og grønmeti, sum eru verd at leita fram í matvøruhandlinum.

 

Klementinir

Tær hoyra kanska mest jólunum til, men tær fyrstu eru komnar í handlarnar. Klementinir innihalda 60 prosent av viðmældu dagligu nøgdini av C-vitaminum.

Et tær sum tær eru ella koyr tær í eina vetrarsalat.

 

Rósukál

Øllum dámar ikki líka væl rósukál, men grønu kúlurnar eru ríkar upp á fipur, A og C-vitaminir, jarn og kalium. Harumframt innihalda tær sera fáar kaloriur.

Eins og brokkoli, blómkál og aðrar sonevndar supermatvørur, er rósukál gott í stríðnum móti bruna. Kóka tað í salti ella sautera tað í olivinolju ella hvítleyki.

 

Greypfrukt

Hendan súra sitrusfruktin er rík í trevjum, sum er gott fyri blóðfiti. Fruktin kann eisini spæla ein týdningarmiklan leiklut í royndunum av at sleppa av við nøkur kilo. Ein kanning frá 2006 hevur víst, at luttakararnir gingu mest aftur, um teir ótu eina hálva greypfrukt áðrenn hvørt máltíð.

Greypfrukt inniheldur, eins og tomatir, lycopen, sum er ein antioksidantur, sum verjir móti ávísum krabbameinum og skaðiligu uv-strálunum frá sólini.

Et hana við eitt sindur av hunangi og kaneli ella koyr greypfrukt í eina salat.

 

Grønkál

Grønkálið er fult av A og C-vitaminum, jarni, kalium og kálki. Ger eina salat við onkrum sunnum feitti í, sum avokado, olivinolju og nøtum.

 

Gularøtur

Etur tú ein kopp fyltan av gularót, fært tú fýra ferðir ta viðmældu dagligu nøgdina av A-vitaminum. Somu mongdina av A-vitaminum fært tú eisini frá søtum jarðeplum.

Et gularøturnar ráar, sum puré í suppum og ella stoktum saman við øðrum grønmeti

 

Pastinak

Hendan hvíta rótin er trevjurík og inniheldur nógv C-vitamin og kalium.

Koyr hana í suppuna ella í eplamorli ella í ovnin saman við øðrum rótum.