Í gjár var innleiðandi kapping til DM í estetiskum fimleiki. Seks lið úr Føroyum vóru við til kappingina, sum er í Sorø, og komu øll víðari til finaluna, sum verður í dag:
Smágentur Flykran hjá Støkk nr. 3 við 11,87
Gentur Eina hjá HF nr. 3 við 14,70
Gentur Vípan hjá Støkk nr. 5 við 14,40
Unglingar Hydra hjá Ljósinum nr. 4 við 11,78
Unglingar Svalan hjá Støkk nr. 5 við 11,68
Kvinnur Ursa hjá Ljósinum nr. 5 við 11,97
Tað vóru seks altjóða dómara til kappingina, har av tveir úr Føroyum.