Tá ið kappingin um heimsmeistaraskapið í leirdúgvuskjóting, verður næstu ferð, verða seks føroyingar við. Hesa ferð verður HM kappingin í Osijek í Kroatia í døgunum 19. september til 12. oktober og hetta er fyrstu ferð, at Skjótisambandið sendir eitt landslið at umboða Føroyar í eini altjóða skjótikapping. Áðrenn hava íðkarar, sum hava viljað verið við í altjóða kapping, verði noyddir at umboða danskt felag, og sostatt hevur tað verið danska skjótisambandið, sum hevur úttikið teir.
Men við góðari hjálp, hevur tað eydnaðist Skjótisambandinum at verða viðurkendur limur í altjóða skjótisambandinum ISSF, og sostatt kunnu føroyskir skjúttar nú kappast undir Merkinum, á jøvnum føti við onnur lond í heiminum.
Skjúttarnir, sum fara at umboða Føroyar er hesir í kappingini um heimsmeistaraskapið hesa ferð, eru:
Í trap:
Jón Jacobsen
Alex Johannesen
Johnhard Klettheyggj
Í skeet:
Marius F. Joensen
Tórur Fløtt
Jóannis Joensen
Aftrat teimum verður Esmar Joensen við sum ferðaleiðari í trap ferðaliðinum, og Hans Erik Jensen verður í liðinum í skeet.
Um eina viku fer eitt annað landslið til kapping um norðurlandameistaraskapið. Kappingin er í Finnlandi og landsliðið, sum tá skal umboða Føroyar, verður næstan óbroytt, men Marius F. Joenmsen og Jón Jacobsen verða ikki við og í teirra stað eru ueru Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun við