Tíggju føroyskir rógvarar hava seinastu dagarnar luttikið í DM í inniróðri. Úrslitini tala fyri seg, og tað kann ikki sigast annað, enn at tað vignaðist væl hjá føroyingunum.
Seks gullkrónur, fýra silvurkrónur og tvær bronsukrónur.
DM var í Gladsaxe.
Gullkrónurnar vunnu Nóa Rúnasson (2), Bára Wang Olsen, Bergur Robert Dam Jensen (2) og Sarita Kristina Hansen.
##med2##