Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at seks bussar fingu parkeringsbøtur í Havn í gjár.
- Hetta var uppi á Óðinshædd, og tað var løgreglan, sum í hesum førinum gav parkeringsbøturnar.
Vaktleiðarin visti ikki rættiliga at siga, hvør samanhangurin var.
- Men, løgreglan hevur so í hesum førinum mett, at teir áttu hvør sína parkeringsbót, verður lagt aftrat.
Einki verður ítøkiliga sagt um, hvar á Óðinshædd bussarnir, sum fingu bøturnar í gjár, stóðu parkeraðir.