Norski Thomas Myhre, sum eitt skifti vardi málið hjá danska FCK, hevur nú fingið sekkin frá norska felagi sinum, Viking. Orsøkin til hetta skal finnast á venjingarleguni, sum Viking var á á Marbella í Spania. Her fingu spælararnir loyvi at fara í býin, og tað gjørdi Myhre somikið væl, at hann ikki var komin upp, tá taktik-fundur skuldi haldast næsta morgun, og hann megnaði heldur ikki at taka lut í venjingini.










