Útgerðarvirksemi og útjaðarin
Oljufelagið Anadarko, sum hevur 9-ára loyvi og føroyski stjóri tess Johan Mortensen, ætla í hvussu er ikki at venda deyva oyrað til ynskini hjá suðuroyingum at fáa lut í komandi oljuvirksemi. Anadarko fer í juni og juli at gera seismiskar kanningar, og í hesum sambandi ætlar felagið, at reiðaríiið, ið fær arbeiðið, skal arbeiða út frá Suðuroynni tvs. brúka havn har, tá tað skal hava olju, proviant, útgerð, skifta manning oa. Johan Mortensen, sigur, at hetta m.a. verður gjørt við politiska viljanum í huganum, um at ?eisini útjaðarin skal hava lut í virkseminum?. Hetta verður so eisini gjørt út frá teirri sannroynd, at vinnan í Suðuroynni er før fyri at veita slíka tænastu og sum er kappingarfør við onnur øki í landinum.