Saad Jirdre Hayd, sum hevur røtur í Somalia, er norskur ríkisborgari, og hann hevur búð í Noregi í 40 ár, har hann bæði hevur børn og abbabørn.
Maðurin er dømdur til deyða í Somalia í tveimum umførum, og í dag verður málið viðgjørt í Hægstarætti, sum er hansara seinasti møguleiki at sleppa undan deyðadómi.
Bæði verjin hjá honum, Farid Bouras, sum starvast fyri eitt norskt advokatfelag og sonur hansara, Rashid Josef, vátta yvirfyri Tv2.no, at rættarfundurin er byrjaður.
Væntandi fer Hægstirættur í Somalia at brúka tveir dagar til málið.
Málið í Hægstarætti hevur verið útsett fleiri ferðir, og eitt nú hevur Saad Jirdre Hayd verið innlagdur við nýra-og hjartatrupulleikum.
Norski ríkisborgarin var farin niður til Somalia at ferðast og vitja familju í apríl mánaði í 2019, tá hann og ein annar maður, hann kennur, komu til ilnar.
Sum sjálvverju brúkti Saad Jirdre Hayd piparspreið móti hinum manninum, og hetta var piparspreið ætlað til sjálvverju. Hin maðurin rýmdi og varð seinni funnin deyður.
Rættarskipanin í Somalia er komin til ta niðurstøðu, at tað var piparspreiðið, sum gjørdi enda á manninum.
Verjin hjá norska ríkisborgaranum vónar, at rætturin hesaferð fer at hyggja eftir frágreiðingini hjá framleiðaranum av spreiðinum sum sigur, at spreiðið ikki er deyðiligt.
- Vit vóna, at rætturin hesaferð dugir at síggja, at spreiðið varð brúkt í reinari sjálvverju, og at spreiðið ikki er ført fyri at taka lívið av nøkrum sum helst, sigur verjin.
Í Noregi eigur Saad Jidre Hayd fimm børn og átta abbabørn. Sjálvur hevur hann sagt, at verður hann dømdur í Hægstarætti, kann hann verða skotin nær sum helst.
##med2##