Klokkan 17:00 byrjar dysturin millum Argentina og Belgia. Hóast Argentina við Lionel Messi á odda hevur vunnið teir flestu dystirnar, hevur avrikið tó ikki verið so sannførandi. Ljóspunktið á argentinska liðnum er tó júst Lionel Messi, ið hevur skotið 4 mál higartil í kappingini.
Argentina fær dygga mótstøðu frá Belgia í kvøld. Tað er long tíð síðani at belgiska liðið hevur verið so sterkt á manningarsíðuni. Belgiska liðið er javnt sterkt við einstøkum stórum profilum á liðnum. Nevnast kunnu millum annað málverjin Thibaut Courtouis og Eden Hazard.
Klokkan 21:00 í kvøld leika Holland og Kosta Rika. Hóast Kosta Rika hevur verið størsta yvirraskilsi til HM endaspælið higartil, mugu Louis Van Gaal og hansara menn tó metast sum stórir favorittar til dystin.
Argentina - Belgia byrjar klokkan 17:00
Holland - Kosta Rika byrjar klokkan 21:00