Seinnapartin yvirhøvur turt

Eitt lágtrýst yvir Íslandi fer í ein landnyrðing og fyllist og ælini floyima inn yvir Føroyar. Í morgin kemur eitt rættiliga djúpt lágtrýst móti Føroyum av útsynningi og fer væntandi framvið stutt í ein útnyrðing úr oyggjunum. Brúgvaløg haðani við regni koma inn yvir okkum í nátt og mikudagin koma ælini. Seinni í vikuni nærkast nýggj brúgvaløg Føroyum.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og æl av og á, seinnapartin yvirhøvur turt og lutvíst klárt, men um kvøldið aftur skýggjað, men turt. Hitin millum 7 og 10 stig. Í nátt øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn og hitin niður í 7 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið og náttina framvegis strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s, men móti morgni makar hann vindin aftur. Fyrst regn, seinni klárar tó nakað í, men framvegis okkurt æl. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og fyrrapartin okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin

Hann øtlar vindin út á dagin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, og um náttina upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst yvirhøvur turt og kanska onkrir sólglottar, men um náttina skýggjað og regn. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Fyrst regn, seinni samdrigið og ælaveður, men um náttina skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Fyrst regn, men seinni klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.