Seinnapartin verður tað trýst á

Allir dystirnir í sætta umfari vera somu tíð seinnapartin ídag

Sætta umfar í Effo-deildini verður seinnapartin í dag. Í fimm teimum fyrstu umførunum hava tað verið dystir í hvussu so er í tveir dagar, og tað hevur verið spælt bæði fyrr og seinni á degnum.

 

Í dag verður fyrsta bríksl í øllum fimm støðunum klokkan 15.

 

Sambært veðurforsøgnini verður tað turt nógva staðni seinnapartin og aðra staðni ælingar, sólin fer at kaga undan, og hitin verður umleið átta stig. Vindurin verður útsynningur og vestan upp í trettan metrar um sekundið.

 

Í dag klokkan 15.00

KÍ-B36: Lars Müller  

NSÍ-Víkingur: Alex Troleis

Skála-B68: Kári J. á Høvdanum

HB-AB: Dagfinn Forná

TB-ÍF: Petur Reinert

 

Støðan undan sætta umfari

HB 13

NSÍ 12

B36 10

Víkingur 9

KÍ 9

TB 5

ÍF 4

Skála 3

AB 2

B68 2