Seinnapartin verður alt sett upp á pláss

Møguleiki er fyri, at FM í flogbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð verður avgjørt í gyltum setti seinnapartin í dag

Seinnapartin verður avgjørt, hvør verður føroyameistari í flogbólti 2016.

Tá verða FM finalurnar í Høllini á Hálsi í Havn. Mansfinalan verður klokkan 13.30, og kvinnufinalan verður klokkan 15.30.

Í mansfinaluni eru tað SÍ og Fleyr, sum kappast um FM. Í fyrru finaluni, sum var skírisdag, vann SÍ 3-1 (18-25, 25-14, 25-22 og 25-19).

Í kvinnufinaluni eru tað Dráttur og Fleyr, sum kappast um FM. Í fyrru finaluni vann Fleyr 3-1 (25-20, 25-10, 13-25,og 25-13).

 

Undanfarin á hevur verið kappast í best av trimum finalum. Í ár er lagt soleiðis til rættis, at tað longu í dag fæst greiða á, hvør fer at vinna FM. Tað kemst av, at tað í ár verður roynt við tí, sum verður rópt gylta settið.

Tað vil siga, at um Fleyr í dag vinnur seinnu finaluna í manskappingini ímóti SÍ, og/ella Dráttur vinnur seinnu finaluna í kvinnukappingini ímóti Fleyr, so verður skipað fyri avgerandi setti fyri at finna meistaran.

 

Spælt verður upp í 15, og minst tvey stig skulu vera á muni. Vinnarin av hesum settinum verður meistari – um tað altso verður neyðugt at spæla hetta avgerandi gylta settið.

 

Á Rás2 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá báðum finalunum.