Leygardagin 15.03.14 kl. 13 verður seinna steypakapping í estetiskum
fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali. 27 lið hava meldað til luttøku.
Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.
Feløgini, sum hava meldað til, eru: Flog 4 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið
og Havnar Fimleikafelag 10 lið.
Kappingin byrjar kl. 13 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkja handan
áleið kl.16 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.










