- Avbjóðingarnar hava verið og eru framvegis nógvar, og nógvar jarðfrøðisligar kanningar eru gjørdar. Tað er streymhart í Skopunarfirði, men tað hevur kortini eydnast væl at gera neyðugu kanningarnar. Í løtuni eru kjarnuboringar í gongd.
Tað segði Teitur Samuelsen á tunnilsfundi í Skopun herfyri.
Hann vísti á, at tað var eitt norskt felag, sum skeyt ymisk sløg av seismikki og greinaði úrslitini.
- Tøknin er so mikið góð í dag, at tað sum so ikki er nøkur forðing, um jarðfrøðisliga tilfarið í støðum kann vera heldur vánaligt. Vánaligt tilfar ger, at tað tekur longri tíð at bora, tí neyðugt er tá at gera meira burtur úr við at bolta og festa.
Teitur ásannaði kortini, at jarðfrøðisligi parturin altíð er ein avbjóðing, tí tað ber ongantíð til at siga við 100 prosent vissu, hvussu grótið verður at fáast við, tá tunlarnir verða so langir.
- Men, roynt hevur verið at gera forarbeiðið so væl sum gjørligt.
Hann legði dent á, at partafelagið sær báðar tunlarnar meira sum eina og somu verkætlan, bæði tá ræður um fyrireiking, vegir, projektering og fígging, og soleiðis verða eisini báðir tunlarnir bodnir út í senn.
- Vit eru komnir nakað longri við Eysturoyartunlinum, men eru lítið aftan fyri við Sandoyartunlinum.
Teitur Samuelsen segði, at felagið longu nú hevur brúkt nógva føroyska arbeiðsmegi í samband við verkætlanina, bæði føroyskar ráðgevar, arkitektar og Landsbyggifelagið, og tá arbeiðsvegir verða gjørdir og grivið verður oman av fyri tunnilsinntøkunum, verður tað eisini føroysk arbeiðsmegi, sum fer til arbeiðis.
- Tunnilsverkætlaninar verða klárar at bjóða út í summar, og ætlanin er at fara í holt við at bora Eysturoyartunnilin sum skjótast, eftir at støða er tikin til tilboðini.
Stjórin í P/F Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum ásannar, at seinkingar kunnu koma, men stórur dentur verður lagdur á, at tíðarætlaninar skulu halda.











