Seinking kemur óvart á

Ætlanirnar hjá Strandferðsluni at seta Rituna í sigling í Norðoyggjum og Ternuna at røkja Nólsoyarleiðina hava verið alment kendar leingi, og tí kemur tað óvart á leiðsluna í SSL, at ferjulega ikki verður klár í Nólsoy fyrr enn um ársskiftið

Tað kom heldur óvart á stjóran á Strandferðsluni, Boga Mortensen, at eingin ferjulega verður tøk til Ternuna í Nólsoy, fyrr enn í fyrsta lagi um ársskifti.
- Vit vóru greið yvir, at tað fór at draga nakað út við ferjuleguni í Nólsoy, men at tað skuldi gerast so seint, høvdu vit ikki roknað við, sigur Bogi Mortensen.
Hetta kemur sjálvandi at ávirka ætlanirnar hjá Strandferðsluni at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðina.
- Hetta mugu vit taka upp á fundi við havnanevndina í Tórshavnar kommunu og við skipaleiðsluna fyri at staðfesta, um tað ber til at sigla við Ternuni undir verandi havnarviðurskiftum í Nólsoy, sigur Strandferðslustjórin.
Sjálvur vil stjórin ikki gera seg klókan upp á verandi havnarviðurskifti í Nólsoy.
- Nú veit eg ikki, hvussu nógv skil eg havi fyri havnarviðurskiftum sum so, men Ternan hevur røkt siglingina til Nólsoyar við verandi viðurskiftum, so tað er møguligt, at tað kann lata seg gera, sum støðan er í løtuni, sigur Bogi Mortensen.
Tað gongur móti ljósari tíðum, og harvið frægari veðurútlitum.

Eru í samskifti
Formaðurin í havnanevndini í Tórshavnar kommunu, Jákup Símun Simonsen, segði við blaðið í gjár, at teir vildu ikki far undir nakra verkætlan, fyrr enn teir høvu vissu fyri, at ætlanin hjá Strandferðsluni um at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðina gjørdist veruleiki.
- Eg skilji fyri so vítt teirra sjónarmið. Játtanin kom seint í fjør, og sjálvt um Strandferðslan leingi hevur arbeitt við hesari ætlanini og eisini hevur verið í samskifti við havnanevbndina hjá Tórshavnar kommunu, so tók tað drúgva tíð at avgreiða játtanina, sigur Bogi Mortensen.
Ternan stendur í løtuni á beding hjá MEST í Havn og skal eftir ætlan verða liðugt umvæld síðst í mars, so neyðugt verður við einari skjótari avgerð um Nólsoyarleiðina í summar.
- Sjódeildin hjá Strandferðsluni er í samskifti við Tórshavnar havn um ymisk viðurskifti, og Nólsoyarleiðin er eisini ein partur av hesum samskifti, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.