Í morgun upplýsti danska kongshúsið í tíðindaskrivi, at nú eru seinastu ynskini hjá Heindriki, prinsi, sála, framd í verki. Ein partur av øskuni er jarðað sum ein urna í privata urtagarðinum á Fredensborg Slotti, og ein annar partur av øskuni er stroyddur yvir danskan sjógv.
Familjan var við til báðar løturnar, sigur kongshúsið, sum ikki hevur fleiri upplýsingar ella viðmerkingar. Kongshúsið metir nevniliga smálutirnar í hendingunum í sambandi við øskuna sum privatar, og tí er heldur ikki meira at siga um hetta.
Tað vakti undran bæði í Danmark og í øðrum londum, tá Heindrikur, prinsur, í august í 2017 boðaði frá, at hann ikki ynskti at vera jarðaður undir liðini á konu síni, Margrethu, drotning, í Dómkirkjuni í Roskilde, sum annars er traditiónin í kongsfamiljuni.
Á einum tíðindafundi segði Margretha, drotning, at hon góðtók ynskini hjá manni sínum, sum nú eru framd í verki. Heindrikur, prinsur, doyði á Fredensborg Slotti, hin 13. februar í ár, 83 ára gamal.










