Klokkan 16.30 í dag spæla Føroyar fyrsta undankappingardystin til tey stóru endaspølini síðani 2011.
Mótstøðuliðið er Montenegro, ið er eitt avbera sterkt lið.
Føroyingarnir komu til høvuðstaðin, Podgorisa, í Montenegro í gjár, har ein venjing var á skránni.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari, greiddi frá at slíkar venjingar ikki gagna so stórt leikliga, men tað er umráðandi fyri leikararnar at læra høllina og vøllin at kenna áðrenn dystin.
Strikuleikarin, Helgi H. Hoydal, tekur eisini undir við venjaranum.
-Tað er umráðandi at vit gerast vanir við hvar linjurnar og mørkini á vøllinum eru í mun til eitt nú áskoðaraplássinil, sigur Helgi H. Hoydal.
Leikliga snúði venjingarnar seg mest um at royna nøkur skjótálop, eins og avtalurnar í yvirtalsspælinum vóru fínpussaðar.
Í dag hevur taktikkfundur verið á skránni, har leikararnir hava sæð videobrot av dystinum hjá Montenegro móti Russlandi, har nógvir smálutir í spælinum hava verið áhugaverdir.
Eftir fundin hevur tað snúð seg um at fáa hvíld í kroppin, men leikararnir gera seg í hesu løtu til reiðar at fara út í høllina, Verde Kompleks, har dysturin verður leiktur klokkan 16.30 føroyska tíð.










