Seinastu fólkini flutt út av Psykiatrisku Deild

Nú er tað ongin, sum hevur fastan bústað á psykiatrisku deild longur

- Hetta var eitt tað fyrsta, vit søgdu, vit máttu finna eina loysn upp á. Tí er tað gott, at tað nú hevur eydnast.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

- Tað er ikki virðiligt, at tey skulu verða búgvandi á einum sjúkrahúsi, heldur enn at fáa eitt bútilboð, sum hóskar til tey, sigur landsstýriskvinnan.

 

Tað sigur hon í sambandi við, at nú hava tey seinastu fólkini, sum annars hava havt fastan bústað á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, fingið eitt bútilboð uttanfyri sjúkrahúsið.

 

Annars eru tað fleiri fólk, sum hava havt fastan bústað á psykiatrisku deild, hóast tey annars ikki vóru psykiatriskir sjúklingar.

 

Men orsøkin er, at tey hava onki bútilboð havt, og tíansheldur hava tey verið noydd at verða búgvandi á psykiatrisku deild, summi teirra í ein mansaldur.

 

Tá ið sambýlið, Eystan Heyg, varð bygt, fluttu nøkur av fólkunum av psykiatrisku deild. Men fimm vórðu verandi eftir, men nú hava tey so eisini fingið eitt bútilboð.

 

Tey eru flutt saman í bústaðir í Eirargarði og fleiri av starvsfólkunum, sum tey kenna, flutt við, fyri at gera flytingina so lagaliga sum gjørligt, sigur Sirið Stenberg.

 

Landssjúkrahúsið fer at hava ábyrgd av fólkunum tað ið eftir er av árinum, men síðani skulu tey vera undir Almannaverkinum.