Effodeildin er júst farin av bakkastokki, og sostatt er fótbóltsárið 2016 eisini byrjað. Leygardagin fer bólturin á fyrsta sinni á rull í næst bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, 1. deild hjá monnum.
Eitt av nýggju liðunum í deildini er EB/Streymur, sum fyri fyrstu ferð síðani ár 2000 er ímillum tey næst bestu í Føroyum. Eftir kappingarárið 2014 var stór umskifting í EB/Streymi, har felagið fór frá at hava ymsar landsliðsleikarar í hópinum til í nógv størri mun at nýta egið tilfeingi við ungum monnum. Liðið, sum spældi í fjør, var spildurnýtt, og hetta kostaði eisini eina niðurflyting til sundalagsmenninar.
Úr EB/Streymi ljóðar tó, at felagið hevur gott mót til kappingarárið 2016. Hópurin er í stóran mun tann sami sum í fjør, tó hava onkrar frágongdir og tilgongdir verið. Nú er júst blivið kunngjørt, at tríggir leikarar hava skrivað sáttmála við felagið.
Teir eru Poul G. Olsen, Andru Poulsen og Jákup Andrias Hansen. Poul G. Olsen var við á liðnum hjá Skála, sum í undanfarna kappingarári vann sær uppflyting í bestu deildina. Andru Poulsen, verjuleikari, og Jákup Andrias Hansen, ið er málmaður og vardi málið hjá EB/Streymi í 11 landskappingardystum í kappingarárinum 2015, hava somuleiðis skrivað sáttmála við EB/Streym.
Kappingin í 1. deild byrjar nú á grækarismessu, 12. mars. Í fyrsta umfari verður spælt soleiðis:
FC Suðuroy - B71
Giza/Hoyvík - Víkingur II
KÍ II - 07Vestur
EB/Streymur - HB II
AB II - NSÍ II