Seinasti radiotelegrafisturin farin úr starvi

- Telegrafistútbúgvingin er langt síðan farin í søguna, og í dag eru tað bara fólk við skipsføraraútbúgving, sum arbeiða á MRCC og Tórshavn Radio.

 

 

Fríggjadagin 2. juli var fráfaringarhald á Tórshavn Radio fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur.

 

Poul J. Vitalis hevur starvast á Tórshavn Radio síðan 1978,  so hann hevði verið meira enn 40 ár á sama arbeiðsplássi.

 

- Tøkniliga er nógv broytt hesi 40 árini. Tá Poul J. byrjaði, starvaðust eini 16 telegrafistar á Tórshavn Radio, og einar 55.000 til 60.000 samtalur vórðu avgreiddar um árið. So tað var ovmikið at takast við.

 

Tað siga tey á heimasíðuni hjá Vørn í dag, haðani viðheftu myndir eru, sum tiknar vórðu við fráfaringarhaldið seinasta fríggjadag.

 

- So hvørt, sum tøknin mentist, bleiv minni og minni tørvur á skipssamtalum, og fyri fáum árum síðan gavst Tórshavn Radio at avgreiða skipssamtalur. Men, tøkniliga ber tað framvegis til.

 

Sagt verður, at skipssamtalur sjáldan vera brúktar, men kortini av og á í samband við trygd. Tá kemur tað fyri, at lækni á landi verður umstillaður til eitt skip.

 

- Telegrafistútbúgvingin er langt síðan farin í søguna, og í dag eru tað bara fólk við skipsføraraútbúgving, sum arbeiða á MRCC og Tórshavn Radio.

 

##med2##

 

Á heimasíðuni hjá Vørn verður sagt, at Poul J. Vitalis er ein undirhaldari av Guðs náði, sum tikið verður til. 

 

- Tá veitslur hava verið á skránni, hevur hann altíð verið klárur við einari yrking, og tær eru sanniliga góðar og skemtiligar - og gittarin er altíð við, verður lagt aftrat.

 

Við fráfaringarløtuna takkaðu tey á Vørn Poul J. Vitalisi fyri mongu árini hjá Tórshavn Radio og ynsktu honum eina góða pensjónistatilveru.

 

##med3##