Norskir serfrøðingar leita framvegis eftir tí seinasta norðmanninum, sum ikki er komin afturíaftur eftir gíslatøkuna á gassverkinum In Aménas í Algeria. Fýra starvsmenn hjá Statoil eru higartil funnir deyðir, og norska uttanríkisráðið hevur sagt, at tað er ikki sannlíkt, at tann seinasti er á lívi longur.
Líkini av teimum fýra funnu norðmonnunum eru framvegis í Algeria, men blaðið Aftenposten veit at siga, at myndugleikarnir hava eina vón um at fáa tey heim til Noregs í morgin.
Tilsamans 52 útlendingar doyðu í sambandi við gíslatøkuna.