Seinasti møguleikin at bjarga Suðuroynni

Bjarni Hammer fer at seta krøv fyri at atkvøða fyri eini nýggjari fiskivinnukipanin, sum arbeitt verður við í hesum døgum

Støðan í Suðuroy er nú so hættislig, at hetta er seinasti møguleikin at bjarga henni.

 

Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er í samgongu. Og tí fer hann at seta krøv, nú arbeitt verður við eini nýggjari fiskivinnunýskipan.

 

Hann heldur, at fólk norðanfjørðs fata rætt og slætt ikki støðuna, tí hjá teimum er stjótari niður til Keypmannahavnar enn til Suðuroyar. 

 

Men hann heldur, at tíverri eru tað eisini nógvir suðuroyingar, sum heldur ikki eru greiðir yvir, hvussu hættislig støðan er!

 

– Tað gongur heilt væl í Føroyum og í fjør vórðu eini 1000 nýggja størv skapt í Føroyum.

Hesi størv eru tó farin framvið Suðuroynni og av tí sama merkja suðuroyingar onki til tær góðu tíðirnar, tí í roynd og veru vórðu fimm arbeiðspláss færri í Suðuroy í fjør, samstundis sum at fólkatalið er tað lægsta í 100 ár.

 

 

Les eisini: Hetta kann ikki ganga longur

 

 

Bjarni staðfestur, at ein vinna, sum er á gravarbakkanum, er flakavinnan. Flakavirkini fáa ikki fisk til virkingar, tí at vit lata næstan allan botnfiskin fara óvirkaðan av landinum til láglønarlond í Eysturevropa og Fjareystri.

 

– Vit missa arbeiði og flakavirkini mugu lata aftur, og summi av teimum eru longu á gravarbakkanum.

 

– Vit hesum missa vit hundraðtals milliónir í skatti av fiskivinnuni, og tí avleidda virksemi, hetta kastar av sær. Og í Suðuroy lækkar fólkatalið alsamt. Samstundis hevði tað spart Als fyri eini rúgvu í arbeiðsloysisstuðuli.

 

Bjarni Hammer sigur, at tí verður tað eitt krav, at fiskur, sum føroysk skip fiska, skal avreiðast í Føroyum, og hann skal virkast í Føroyum.

 

Hann dugir væl at síggja, at undantøk kunnu vera, eitt nú flakatrolararnir í Barentshavinum, og partvís fiskiskapur á øðrum fjarleiðum

 

Men meginreglan skal vera, at allur fiskur skal avreiðast og virkast í Føroyum staðfestur hann. Hann sigur, at í roynd og veru fer tað at merkja, at eini 80 prosent av fiskinum skal avreiðast í Føroyum.

 

Hann leggur afturat, at tey skip, sum avreiða uttanlands skulu rinda eitt serligt avgjald fyri tað, akkurát, sum vit gera við makrelin, har skip, sum avreiða makrel uttanlands, rinda tvær krónur í serligum avgjaldi fyri tað.

 

– Vit skulu krevja, at fiskurin úr havinum verður avreiddur og virkaður í Føroyum, og tað skulu vit tora at gera við lóg, sigur løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum. 

 

Les eisini: Suðuroyggin á vandakós