Tann 18. mai vóru 79 ár síðani, at Einar Mikkelsen (úr Dávastovu) í Havn byrjaði sítt virksemi sum sjálvstøðugur el-innleggjari í Tórshavn. Í 1955 læt hann upp tann fyrsta handil í Føroyum, sum burturav seldi lampur. Fyritøkan Einar Mikkelsen hevur hildið til í Bøgøtu 12 øll árini.
– Vit hava havt ein góðan og trúgvan kundaskara, og eru vit sera takksom fyri at fólk, virkir, kommunur o.o. hava stuðlað okkara virksemi so væl, eins og øll tey mongu starvsfólk og samstarvspartarnar, sum millum ár og dag hava arbeitt í fyritøkuni sum elektrikarar, lærlingar, handil- & skrivstovufólk, sigur Høgni B. Mikkelsen.
Í 1980 var ættarliðskifti í fyritøkuni, tá sonurin Høgni B. Mikkelsen tók yvir sum stjóri og koyrdi virksemið víðari saman við konuni Sonju til dagin í dag.
Nú bæði fara av arbeiðsmarknaðinum eftir langt og gott arbeiðslív, hjá Høgna bleiv tað 55 ár í el-yrkinum, og hjá Sonju 35 ár í lampuhandilinum, sum nú læt aftur.
– Vit hava yvirlivað bæði ringar og góðar tíðir, men fyritøkan hevur øll hesi ár lagað virksemið til eftir teimum starvsfólkum, sum vóru í felagnum fyri at allatíðina at hava neyðugan el-førleika.
– Ein lampuhandil krevur bæði tíð og orku og eftir at hava rikið el-virksemi í meira enn 79 ár, er tíðin nú komin til at gevast, siga Sonja og Høgni.
##med2##
Einar Mikkelsen fór í læru hjá Leif Mohr í 1935, tá Leif, eftir at hava arbeitt í 5 ár hjá Tórshavnar el-verki (kallað Havnaverkið) fór at byrja egið el-virki.
Einar arbeiddi tá eisini á elverkinum sum arbeiðisdrongur, og fór hann við Leif og fekk lærupláss hjá honum, men mátti til Danmarkar fyri at taka sveinastykkið hjá Kemp & Lauritsen.
Einar fekk í 1948 loyvi frá Tórshavnar Kommunu til el-innleggjara virksemi, til hann í 1954 søkti SEV um loyvi, sum var tá bleiv sett á stovn í 1954, og fekk hann løggilding fyri allar Føroyar. Høgni fekk løggilding í 1974. El-virksemið bleiv selt frá í 2020 til El-net.